Tiltøk
- í ovara sali
Ungdómsmøti – ungdómsstevnan
í ovara saliMorgunmøti
í ovara saliMorgunmøtið við tilbiðjan, tøkk og breyðbróting. Barnaansing er samstundis í niðara sali.
Sunnudagsskúli
í niðara saliSangløta í niðara sali og síðani bíbliusøgur í aldursuppdeildum bólkum. Ung í 7. flokki og eldri eru í stovuni yvirav stóra sali.
Felagsmáltíð
Máltíð er eftir miðmøti og sunnudagsskúlan. Øll eru vælkomin.
Jarðarferð – Kirstin Ljósheim
Jóna Kirstin Ljósheim, vanliga nevnd Kirstin, ættað úr Klaksvik, búsitandi í Havn, andaðist á URD mikudagin 11. mars, 88 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Ebenezer mánadagin 16. mars klokkan 13.
Gentukórið Aloe venur
Les meira um gentukórið Aloe her.
Kvinnumøti – Meta av Fløtum talar. Evni: Tænið Harranum við gleði!
í niðara saliLøta fyri kvinnur við sangi, bønarløtu, drekkamunni og talu. Meta av Fløtum talar um evnið “Tænið Harranum við gleði” (Sálmur 100). Meta talar eisini við íblástri úr bókini “Í nærveru fígginda mína”, sum […]
Frítíðararbeiði – avslutningur
Í dag er síðsta frítíðararbeiði í vetur. Vit fara at syngja, hoyra søgu, spæla spøl og fáa drekkamunn. Tað endar kl 18.30.
Bønar- og uppbyggingarmøti
Møti við talu og bønarløtu.