Miðmøti

Miðmøtið er fyri øll ættarlið, og øll eru vælkomin.

Vit byrja við lovsongi og einum stuttum boðskapi ella vitnisburði. Eftir at børnini og yngru tannáringarnir eru farin í sunnudagsskúla kl. 12.30, halda vit á við bíbliuundirvísing.

Miðmøtið er í ovara sali. Tað byrjar kl. 12 og endar umleið kl. 13.