Frítíðararbeiði

Øll børn frá 2. flokki og uppeftir eru vælkomin til frítíðararbeiði. Eingin tilmelding er neyðug og tað kostar einki, tað er bara at koma kl. 17 týsdagar í vetrarhálvuni.

Frítíðararbeiði byrjar í niðara sali, har vit syngja sangir saman og hoyra eina søgu. Børnunum plaga at dáma væl at koma við sangynskjum.

Eftir sang og søgu er eitt ábit at fáa, og farið verður til ymisk ítriv, bæði í niðara sali og í kjallaranum. Børnini kunnu sjálvi velja hvat ítriv tey ynskja at gera – og vaksin eru at hjálpa teimum. T.d. ber til at mála gipsfigurar, gera eini gróthús, flætta kurvar, gera leyp, binda og mangt annað.

Frítíðararbeiði er frá heystfrítíðini til páskir týsdagar kl. 17-19. Lýst verður á heimasíðuni, nær tað byrjar og endar.