At ganga saman í hjúnaband

Hjúnabandið millum mann og konu er Guds góða skipan. Tí gleðast vit, tá tvey hava sett sær fyri at giftast.

Vit vilja fegin práta við tykkum um hesa stóru avgerð og hvat Bíblian sigur um hjúnabandið. Prátað verður eisini um, hvørjar meginreglur eru galdandi fyri vígslur í Ebenezer.

Setið tykkum í samband við okkum í góðari tíð, sí samband. Vit seta tykkum í samband við eini ella tvinni hjún, sum fegin práta við tykkum um tað at ganga í hjúnaband.

Bíblian sigur m.a. hetta um hjúnabandið:

Gud HARRIN segði nú: “Ikki er manninum gott at vera einsamallur; Eg skal gera honum eina hjálp, sum hóskar honum.” Gud HARRIN hevði úr jørðini myndað øll dýr á markini og allar fuglar undir himli; og Hann leiddi tey til Ádam fyri at vita, hvat hann fór at kalla tey; tað, ið Ádam kallaði hvønn livandi skapning, tað skuldi vera navn hansara. Ádam gav tá øllum fænum navn, somuleiðis fuglunum undir himli og øllum dýrunum á markini; men Ádami var eingin hjálp at finna, slík, sum hóskaði honum. Tá læt Gud HARRIN fastan svøvn falla á Ádam, og táið hann var sovnaður, tók Hann eitt av rivum hansara og fylti aftur í aftur við holdi. Av rivinum, ið Hann hevði tikið úr Ádami, myndaði Gud HARRIN kvinnu og leiddi hana til Ádam. Tá segði Ádam: “Hesa ferð er tað bein av mínum beinum og hold av mínum holdi! Hon skal eita kvinna, tí av manninum er hon tikin.” Tí fer maðurin frá faðir og móður og heldur seg til konu sína, og tey bæði verða eitt hold.

1. Mós. 2:18-24