Ungdómsmøtið

Ungdómsmøtið er hvørt hóskvøld kl. 20 í niðara sali, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Vit byrja við at syngja saman. Ung fortelja teirra vitnisburð og greiða frá um bíbliutekst, sum hevur sagt teimum nakað. Eisini hoyra vit eina talu við onkrum aktuellum evni.

Aftan á møtið er drekkamuður og hugni.

Á facebook og instagram verða ungdómstiltøk lýst!