Ebenezerkórið

Ebenezerkórið syngur til møtir og tiltøk.

M.a. syngur kórið fast 4. hvørt sunnukvøldsmøti. Eisini syngur kórið til sangkvøld nakrar ferðir um ári, t.d. mentanarnáttina og jólakonsert. Kórið hevur eisini verið uttanlandsferðir fleiri ferðir, seinast í Danmark á vári 2023.

Venjing er hvørt týskvøld kl. 20.

Um tú ynskir at syngja við í kórinum í Ebenezer, kanst tú møta upp týskvøld ella seta teg í samband við kórleiðsluna, sí samband.