Jarðarferðir

Samkoman í Ebenezer hevur samkenslu og hugsar um tey, sum sita við sakni, eftir at ein av teirra kæru er farin. Vit vilja við hesum veita teimum avvarandi vegleiðing og hjálp, í sambandi við at nógvir spurningar eru at taka støðu til. Setið tykkum tí í samband við okkum skjótast gjørligt og áðrenn aðrar avtalur verða gjørdar.

Hevur tú spurningar í samband við jarðarferð – um hon kann verða úr Ebenezer og aðrar praktiskar spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum, sí samband.

Tørvar tær at tosa við onkran í samband við deyðsfall, ert tú vælkomin at seta teg í samband við onkran í nevndini.

Faldari við ymsum praktiskum upplýsingum kann takast niður við at trýsta á leinkjuna niðanfyri:

Vegleiding-i-sambandi-vid-jardarferd-fra-Ebenezer-jan-2024Download