
Sunnukvøldsmøti
Sunnukvøldsmøtið er skipað ymiskt frá ferð til ferð, og øll eru vælkomin.
Møtið kann vera skipað sum sangmøti við Ebenezerkórinum, syngið-við-møti við vitnisburði, evangeliskt møti við sangi og talu; onkuntíð er temakvøld, har viðkomandi evni verða tikin upp, og aðrar ferðir vitja trúboðarar, sum greiða frá trúboðaravirki burturi ella heima.
Sunnukvøldsmøtið er kl. 18 í ovara sali.