Dópur

Tað er altíð ein serlig gleði, tá onkur letur seg doypa. Við dópinum siga vit frá, at vit er komin til trúgv á Jesus og vilja fylgja honum.

Jesus gav boð um at gera lærisveinar og síðani at doypa teir til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans og at læra teir meira um lívið saman við Jesusi (Matt 28:19-20). Lærisveinar eru øll tey, sum eru komin til trúgv á Frelsaran; tey hava vent gamla lívinum bakið fyri at fylgjast við sínum nýggja Harra.

Dópur fer fram við at fara undir í vatni, tí hin doypti verður myndaliga jarðaður við Kristusi og rísur upp aftur til nýtt lív saman við Honum (Róm 6:4). Dópurin er tekin um tað, sum longu er farið fram hjá tí trúgvandi.

Umhugsar tú at lata teg doypa ella hevur spurningar í samband við dóp, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum, sí samband.