
Vøra til Zarepta í summar
6. jun. 2026 | UncategorizedFrá Zarepta:
“Kæru náðisystkin.
Takk fyri tað stóra trúfesti, sum tit vísa í verkinum í Zarepta.
Nú nærkast tíðin tá familju- og summarlegurnar byrja, og er tað okkum ein stór gleði at kunna skriva og geva tykkum høvi til at lata vørur til arbeiðið í Zarepta í enn eitt summar.
Vit takka Gudi fyri tykkum øll, sum nú í mong ár hava verið við í hesi týdningarmiklu tænastu við at senda bakivørur og aðrar vørur til legurnar.”
Til familjulegurnar letur Ebenezer vøru til Zarepta hósdagin 11. juni.
Vøran kann setast inn í húsið úti á Fløtum kl. 12.00 til 17.00 hendan dagin.
Til summarlegurnar (frá 23. juni til 5. august) kann vøra latast í Lívdini hvønn mikudag áðrenn kl. 17.30.
Vøra sum kann latast er øll vanlig gerandisvøra sum verður brúkt til matgerð á legunum í Zarepta.
Vøra sum gongur nógv á Zarepta er t.d..
– Bollar
– Tilfar til ommukrem (kakao, flormelis og vita margarin).
– Sun lolly ísar
– Rabarbur
– Ymisk sløg av páleg.
– og mangt annað
Ynskir onkur at lata pening í staðin fyri mat, ber til at flyta peningin inn á konto hjá Zarepta í Bank Nordik: 6460 1566662 og viðmerkja ”til køkin”.