Vøra til Zarepta í summar

17. jun. 2026 | Uncategorized

“Kæru náðisystkin.
Takk fyri tað stóra trúfesti, sum tit vísa í verkinum í Zarepta.
Nú nærkast tíðin tá familju- og summarlegurnar byrja, og er tað okkum ein stór gleði at kunna skriva og geva tykkum høvi til at lata vørur til arbeiðið í Zarepta í enn eitt summar.
Vit takka Gudi fyri tykkum øll, sum nú í mong ár hava verið við í hesi týdningarmiklu tænastu við at senda bakivørur og aðrar vørur til legurnar.”

Í høvuðssttaðnum verður vøra latin inn í Lívdini til summarlegurnar (frá 23. juni til 5. august) Vøra skal vera komin inn hvønn mikudag áðrenn kl. 17.30, tá Zareptabilurin koyrir avstað.

Vøra sum kann latast er øll vanlig gerandisvøra sum verður brúkt til matgerð á legunum í Zarepta.

Vøra sum gongur nógv á Zarepta er t.d..

– Bollar

– Tilfar til ommukrem (kakao, flormelis og vita margarin).

– Sun lolly ísar

– Rabarbur

– Ymisk sløg av viðskera uppá breyð

– Kaffi og te

– og mangt annað

Ynskir onkur at lata pening í staðin fyri mat, ber til at flyta peningin inn á konto hjá Zarepta í Bank Nordik: 6460 1566662 og viðmerkja ”til køkin”.