VISSA í Ebenezer

11. des. 2024 | Tíðindi

Til foreldur og ung í 7 flokki

Aftur í ár verður skipað fyri tiltakinum ‘Vissa’. Hetta er undirvísing um kristna lívið til ung í 7. flokki.

Allir 7. flokkar í skúlunum í Tórshavnar Kommunu hava kristni týsmornar kl. 08:00, soleiðis at tey, sum ganga til prest í sambandi við ferming, kunnu brúka hesar tímarnar til tað. Endað verður umleið kl 9:15, so tey náa bussin aftur í skúla. Í hesum sambandi hava vit valt at bjóða øllum ungum 7.floksnæmingum í samkomunum í Tórshavnar økinum at koma til undirvísing í Ebenezer. Jógvan Jacobsen og Kristianna J. Heinesen fara at undirvísa teimum ungu í kristnu trúnni og ymiskum evnum, sum eru viðkomandi í hesum sambandi.

Um tit ynskja, at barn tykkara skal luttaka í hesi undirvísing, mugu tit – sum foreldur – boða flokslæraranum hjá barninum frá hesum. Tey ungu møtast fyrstu ferð til Vissu týsdagin 7. januar kl. 8:00.

Undirvíst verður umleið 10-12 vikur.

Ætlanin er at hava eina mini-legu í januar/februar.

Meira fæst at vita við at venda sær til Jógvan Jacobsen á 590793/510033, á messenger ella teldupost elinjogvan@gmail.com. – Boða eisini frá hjá Jógvan um luttøku.

Øll ung eru hjartaliga vælkomin