VIRKSEMIÐ í Ebenezer byrjar aftur ...

12. jan. 2022 | Uncategorized

Gjørt er av at vit taka virksemið í Ebenezer upp aftur.

Mikukvøldið, 12. januar kl. 20, verður fyrsta bønar- og uppbyggingarmøtið í 2022, og so verða tiltøkini sum vanligt.

Almennu tilmælini verða fylgd. Sambært heimasíðuni conona.fo eru tilmælini frá 10. januar m.a. hesi:

* í mesta lagi 100 fólk savnast
* øll ferðandi í heimauppihald
* halt frástøðu
* vís varsemi ..

Inni í Ebenezer er spritt til hendurnar. Eisini er møguligt at halda neyðuga frástøðuna í salunum.

Steðgið ikki á í gongini – hvørki á veg inn og á veg út úr salinum.
Takið atlit og verið skinsom. Tosið saman úti í túni.

Sum samkoma gleða vit okkum at taka virksemið upp aftur, og vit bjóða øllum hjartaliga vælkomin á møti.

Vitjið regluliga heimasíðuni. Her verður kunnað um møtini.