
Sunnukvøldsmøti
Hvønn 1. sunnudag í mánaðinum, umframt av og á, er møti sunnukvøld kl 18. Møtini eru skipað ymiskt frá ferð til ferð, og verða lýst á heimasíðuni.
Av og á er sangmøti við Ebenezerkórinum, syngið-við-møti við vitnisburði, evangeliskt møti við sangi og talu; onkuntíð er temakvøld, har viðkomandi evni verða tikin upp, og aðrar ferðir vitja trúboðarar, sum greiða frá trúboðaravirki burturi ella heima.