Ungdómsstevnan 20. - 23. mars

13. mar. 2025 | Tíðindi

Ungdómsstevnan verður í Ebenezer 20-23. Mars! 😄
Set ❌ í kalendarin!
Gleðist, aftur í ár verður boðið til ungdómsstevnu í Ebenezer!
Tú ert boðin við, eg eri boðin við, ØLL ERU BOÐIN VIÐ! 🤗

Evnið hesa ferð er hetta: “TRÚFESTI”

Lyklaversið er Hebr. 10:23;
“Latið okkum halda óvikiliga fast við játting vónar okkara – tí Hann er trúfastur, sum gav lyftið!”

Evnið hesa ferð er hetta: “TRÚFESTI”

Lyklaversið er Hebr. 10:23;
“Latið okkum halda óvikiliga fast við játting vónar okkara – tí Hann er trúfastur, sum gav lyftið!”

Talurnar fara eisini at snúgva seg um Josva kapittul 24.

Skráin verður:
Hóskvøld kl. 20.00 – Møti
Link til stroym HER

Fríggjakvøld kl. 20.30 – Møti
Stroym til 1. løtuna HER
Stroym til 2. løtuna HER

Leygardagin kl 13.00 – Bíbliutímar & døgurði aftaná

Leygarkvøld kl. 20.00 – Møti
Stroym til 1. løtuna HER
Stroym til 2. løtuna HER

Sunnudag kl 12.00 Miðmøti

Link til stroym her:

Sunnukvøld kl. 18.00 Evangeliskt møti 

Link til stroym her: https://www.youtube.com/live/XtQwSUHdn1s?si=JFWcD8hRRt_BKOn8