Ungdómsmøtið - fjallatúrur og grilling

12. jun. 2024 | Tíðindi

Á síðsta møtinum áðrenn summarferiuna, sum er hóskvøldið 13. juni, verður farið niðan á Tungulíðfjall!

Á fjalstoppinum syngja vit lovsangir til Harran, og Johann J. Petersen hevur ein boðskap.

Farið verður frá Ebenezer kl. 19, har vit fylla bilarnar og koyra niðan á Oyggjarvegin.

Aftaná fjallatúrin fara vit oman aftur í Ebenezer at grilla.