
Ungdómsmøti - hvørt hóskvøld kl. 20
28. jun. 2021 | UncategorizedKom á ungdómsmøti í Ebenezer.
Ungdómsmøti er hvørt hóskvøld kl 20.
Vit byrja vanliga við eini lovsongsløtu, har ein lovsongsbólkur við tónleikarum og sangarum syngja og spæla lættar og nýggjar sangir, bæði á føroyskum og enskum.
Aftan á lovsongsløtuna, ið er umleið 20 minuttir, hevur onkur eitt orð. Evnini, sum verða umrødd eru ætlað ungum, talan er í umleið 20 – 25 minuttir.
Síðani verða nakrar lovsangir sungnir.
Aftan á møtið bjóða vit øllum ein drekkamunn, og at hugna sær í Ebenezer.