Ung luttaka við talu og sangi sunnukvøldið 8. desember
7. des. 2024 | TíðindiÁ møtinum sunnukvøldið 8. desember kl. 18. koma ung at luttaka við sangi og talu. Tað er nýstovnaði sangbólkurin Kvinturnar við ungum kvinnum úr Havn, Eysturoyggini og Klaksvík, ið koma at syngja. Umframt at nakrir ungir menn koma at tala og hava vitnisburðar, teir eru: Levi Høgnason Hammer, Pætur Olsen og Høgni Guttormsson.
Eisini koma ung at taka sær av felagssanginum og leiða møti.
Hjartaliga vælkomin.