Søgan hjá Ebenezer

Ebenezer

Fyrsti møtisalur – Sloan’s salur – varið bygdur í 1879 við Tinghúsvegin í Havn. Áðrenn byrjað varð at hava møtir í hesum salinum, hevði Sloan av og á møtir í Kristnastovu.


Í Dimmalætting 28. juni 1879 stendur soleiðis í samband við salin: “Mr. Sloan har allerede for nogen Tid siden taget det af ham her i Byen opførte Forsamlingshus i Brug.”

Fyrsta breyðbróting í hesum nýggja sali var 28. november 1880, har hesi fimm vóru til staðar: Willliam G. Sloan, Andrias Isaksen, Hans Joensen, Elsebeth Isaksen og skotin A. P. MacDonald.

Petur Háberg sigur í ‘Lív og læra’ nr. 3 frá 1960, at árini 1879-80 eru markaskjal í virki William Sloans í Føroyum. Salurin (‘Sloans salur’) verður bygdur, og hin fyrsti føroyingurin tekur við evangeliinum, soleiðis sum William Sloan boðar tað. Tað er Dia í Geil, sonur Pól í Geil. Hann verður doyptur á Eystaruvág 31. oktober 1880, og hetta vekur sum vera man stóran ans í Havnini, og ikki sørt av øsing. Innan ár var farið, høvdu fýra fólk afturat tikið stigið og latið seg doypa. Sunnudagsskúlaarbeiði byrjaði William Sloan í salinum í 1880, og hetta hevði millum annað við sær, at salurin gjørdist ov lítil.

Menn fóru tí undir at byggja ein nýggjan, størri møtisal. Hesin salur stóð liðugur í 1905, og fyrsta møtið, eitt bønarmøti, var 17. juli 1905. Salurin fekk navnið Ebenezer. Í 1932 varð bygt uppí salin, men í fimtiárunum mátti størri hús byggjast. Hetta nýggja húsið er tað Ebenezer, ið vit kenna í dag, og tað stóð liðugt í 1963.



Gamli bygningur varð tikin niður og fluttur til Runavíkar, har samkoman í Berøa reisti hann aftur. Salurin varð nýttur til 2022, tá Berøa bygdi ein nýggjan sal.

Gamli Sloan

William Gibson Sloan varð borin í heim 4. september 1838 í Dalry í Ayrshire í Skotlandi. Hann doyði 4. september 1914 í Havn, 76 ára gamal. Foreldur William’s vóru Nathanael og Elisabeth Sloane (eisini skrivað Sloan).

Í 1863 ferðaðist Sloan í Hetlandi og Orknoyggjum sum umboðsmaður fyri Book and Tract Society of Scotland. Hann hevði møtir víða hvar, og kom í tí sambandi at hoyra um Føroyar frá hetlenskum fiskimunnum.

Í 1865 kemur hann sum 27 ára gamal á fyrsta sinni til Føroyar. Endamál hansara var at kunngera evangeliið um fría frelsu við trúgv á Jesus Kristus.

Sloan sá ikki sjónligan ávøkstur av arbeiði sínum fyrr enn eini 15 ár seinni. Í 1879 savnaðust nøkur saman við Sloan, og hetta árið verða Sloan’s salur bygdur á Tinghúsvegnum, har húsini enn standa. Tey byrðaðu at hava møtir, og sunnudagsskúlaarbeiði byrjaði eisini hetta árið. 

William Sloan varð oftani róptur gamli Sloan av vinum og kenningum í Havn.

Gamli Sloan doyði á føðingardegi sínum 4. september í 1904, 76 ára gamal.

Bíblian

19. mars 1949 var ein søguligur dagur fyri føroyingar, tí tá kom Bíblian á fyrsta sinni út á føroyskum, í umseting Victor Danielsens.

Victor byrjaði uppá arbeiði fleiri ár frammanundan. Í 1930 varð viðtikið á fundi í Ebenezer at heita á Victor Danielsen um at týða Galatiabrævið til lættskilt føroyskt mál. Galaitiabrævið kom út í 1931, og fólk fagnaðu tí væl. Heitt var tí á Victor um at umseta restina av Nýggja Testamenti.

Nýggja Testamenti kom út 30. mars 1937.

Nakrar vikur seinni kom týðingin hjá Jákup Dahl, prósti, av Nýggja Testamenti út. Hetta var ein týðing, ið Jákup Dahl, próstur, hevði gjørt.

Victor Danielsen helt fram við at umseta restina av Bíbliuni, Eftir útgávuna av Nýggja Testamenti forsetti Victor við at umseta restina av Bíbliuni, men seinni heimsbardagi tarnaði arbeiðinum nógv.

12 ár seinni – 19. mars 1949 – kom so øll Bíblian út á fyrsta sinni á føroyskum. Hetta var tungumál nummar 189 sum fekk alla Bíbliuna á móðurmálinum.

12 ár seinni – 27. februar 1961 – kom eisini bíbliutýðingin hjá Jákup Dahl og Osvald Viderø út. Sostatt eru vit føroyingar signaðir við tveimum umsetingum av Orði Guds.

Bíblian hjá Victor var endurskoðað í 1974.

Tekstur:

(21/3-37)

1 Mós. 1

Fyrsta # Mósebók.

1 Kapitul

Í upphavi skapti Gud himmal- in og jørðina. 2 Og jørðin var ogðin og tóm, og myrkur var yvir djúpi(óklárt), og Guds Andi svevaði yvir vøtnúrúm(?). 3 Og Gud segði: “Tað verði ljós!” Og tað varð ljós.

Sunnudagsskúlin í Ebenezer yvir 140 ár á baki

Sunnudagsskúlin í Ebenezer byrjaði í 1880 í Sloan´s sali.

Jens av Reyni skrivaði í sunnudagsskúla blaðnum nr.39 frá 1940 soleiðis:

Hesin sunnudagsskúlin er hin elsti í landinum og er 15-16 ár eldri enn tann, sum kom næst eftir honum. Tá dugdi fólk ikki at síggja, hvat tað hevði uppá seg at lata børnini fara í sunnudagsskúla – tað vóru mong, ið hildu, at tað kundi vera nóg mikið, at børnini vóru í skúla gerandisdagar, um tey ikki eisini skuldu ganga í skúla sunnudagar.

Ikki vóru børnini nógv, sum komu tey fyrstu árini, men so við og við fingu børnini sjálvi interessu eftir at koma og hoyra søgurnar úr bíbliuni fortaldar á ein slíkan hátt, at tey dugdu at fata tær.

Teir fyrstu arbeiðararnir í sunnudagsskúlanum vóru Wm. Sloan og Andreas Isaksen – Dia í Geil – og nakað seinni kom Hans Joensen aftrat. Tá missionerurin Alex. Mitchell í 1890 kom til Føroyar, fór eisini hann – so skjótt hann var førur fyri tí – at virka í sunnudagsskúlanum.

Í 1899 fór Mitchell til Noregs fyri at virka fyri Harran har, og sunnudagsskúlin varð tá latin Hans Joensen og Niels Holm í hendur, meðan Wm. Sloan sum vant tók lut í arbeiðinum, hvørja ferð hann var heima.

Í 1905 flutti sunnudagsskúlin oman í “Ebenezer”. Gjøgnum tíðirnar hava tað verið mangir lærarar í skúlanum – bæði menn og kvinnur – og nógv eru tey, sum har hava hoyrt Lívsins orð, og nú standa meir enn 200 børn uppskrivað í klassabókunum.

Eftir at skúlin var fluttur í “Ebenezer”, arbeiddu Eliesar Arge og Ludvig Poulsen har í nøkur ár; men allir teir, vit her hava nevnt, eru nú heima hjá Harranum eftir væl avrikað virki fyri hann.

Hví halda sunnudagsskúla, og hvørja nyttu ger hann? kann onkur kanska spyrja. Hvat hesum sunnudagsskúlanum viðvíkur, so kunnu vit, ið hava staðið í sambandi við hann tey seinastu 30-40 árini, svara, at vit hava sæð tað stóra arbeiði, sum har er gjørt, og vit hava sæð stóra frukt av hesum arbeiði.

Ikki so fá av teimum, sum ídag eru í forsamlingini, og so gott sum allir sunnudagsskúlalærararnir, eru ein beinleiðis ella umvegis frukt av teirra arbeiði, sum nú eru heima hjá Harranum.

Sunnudagsskúlaarbeiðið kann illa metast ov høgt; tí vit vita, at lætt er barnasinnið at ávirka, og tað, ið vit kunnu læra hin unga, gloymir hann ikki, tá hann verður eldri. Tí hevur tað nógv at siga, at tey, sum arbeiða millum børnini, kenna ábyrgdina av, at tað ið framhildið verður, er eftir bíblinuni, og at Jesus Kristus verður soleiðis framsettur fyri tey, at tey kunnu taka móti honum í trúgv og yvirgeva seg til Hansara á ungum árum.

Tað eru mong av okkum, sum nú hava verið í forsamlingini í mong ár, ið fingu okkara fyrstu virkuligu undirvísing um Jesus Kristus og vóru andaliga ávirkað, tá vit gingu í sunnudagsskúla, og mong eru tey, sum vita, at tey blivu frelst í sunnudagsskúlanum.

Latið okkum í trúskapi halda fram við arbeiðinum fyri at fáa børnini frelst, tað arbeið, sum hinir gomlu fóru í holt við fyri 60 árum síðani, og hyggja frameftir og uppeftir til tann Harran, sum fyri heystinum ræður, at hann má lýsa signing sína yvir arbeiðið. 

J av R

Keldur:

– men Gud gav vøkst, Sigurd Berghamar

Bíblian á føroyskum í hálva øld, Zacharias Zachariassen

Sunnudagsskúlablaðið nr. 39, 1940

Munnligar keldur

A short history of Ebenezer

The first “Ebenezer Hall” – also known as “Sloan’s Hall” – was built in Tórshavn in 1879, and the first service was held on 17. july 1879 by the Scottish Christian Brethren missionary William Gibson Sloan. As the number of congregants increased, a new and bigger “Ebenezer” was built in 1905. The current chuch building was erected in 1963. In 2006 we had a major refurbishment done on the inside of the building. 

You can read more about our history in this Wikipedia article on William Gibson Sloan.