Tiltøk
Teen night – fyri ung frá 6. flokki og upp
í niðara saliÍ kvøld fara vit at hugna okkum uttanfyri/aftanfyri við sneisabreyði og spæli í góða veðrinum. Hjartaliga vælkomin og bjóðið vinum við. Les um Teen Night her.
Teen night
í niðara saliTeen night er eitt hugna- og spælikvøld fyri ung frá 6. flokki og uppeftir. Les meira um Teen Night her.
Morgunmøti
í ovara saliMorgunmøtið við tilbiðjan, tøkk og breyðbróting. Barnaansing er samstundis í niðara sali. Morgunmøti verður sum vant í dag, men miðmøti og sunnudagsskuli eru avlýst, tí kl 13:30 møtast vit á Norðradalsskarði til samkomu- og sunnudagsskulaútferð.
Einki Miðmøti vegna útferð
í ovara saliSí kunnung um samkomu- og sunnudagsskúlaútferðina her.
Eingin Sunnudagsskúli í dag vegna útferð
í niðara saliKomið við til samkomu- og sunnudagsskulaútferð kl 13:30 á Norðradalsskarði.
Samkomu- og sunnudagsskúlaútferð á Norðradalsskarði
Norðadali , Faroe IslandsVeðurvánirnar sunnudagin eru góðar, og tí verður sunnudagsskúlaútferð á vanliga staðnum á Norðradalsskaði. Vit møta á plássinum kl. 13.30. At taka við: * matpakka og okkurt at drekka, * okkurt at sita á, * heit klæðir og * annað, sum tykkum tørvar Vit gleða okkum og vóna, at útferðin verður góð. […]
Einki Sunnukvøldsmøti vegna útferð
í ovara saliHúsandakt fyri vaksin
Húsandaktin hesuferð verður heima hjá Elini og Jógvani Jakobsen Fugloyarvegur 10, Tórshavn. Vit syngja, hava andakt, biðja og hugna okkum saman. Evnið er Judasarbrævið.
Bønar- og uppbyggingarmøti Jákup Godtfred talar
Møti við talu og bønarløtu. Jákup Godtfred talar útfrá Galatiabrævinum kapitul 3.
Ungdómsmøti
í niðara saliUngdómsmøti við sangi, talu, samveru og drekka.
Café fríggjamorgun
í niðara saliHugnalig samvera við drekkamunni og sangi.