Tiltøk
Café fríggjamorgun
Hugnalig samvera við drekkamunni og sangi.
Morgunmøti
Morgunmøtið við tilbiðjan, tøkk og breyðbróting. Barnaansing er samstundis í niðara sali.
Miðmøti – Niels Pauli Nónstein talar
Møti fyri øll ættarlið. Sangur, vitnisburður og tala.
Sunnudagsskúli
Sangløta og bíbliusøga Øll eru saman í niðara sali, tvs at børnini fara ikki í aldursuppdeildar flokkar í dag.
Sunnukvøldsmøti – vitjan úr Kaldbak
Fólk í samkomuni Nazaret í Kaldbak luttaka við talu og sangi.
ONGIN Café 27. desember
Café'in verður aftur 3. januar 2025.
Morgunmøti – Jákup N. Olsen talar
Á morgunmøtinum í dag er løta við tilbiðjan, tøkk og breyðbróting, og síðani hoyra við Jákup N. Olsen tala. Einki miðmøti er í dag
Nýggjársveitslan fyri vaksin
Vit byrja í niðara sali við lekrum drekkamunni og leskiligum munnbitum. Kl. 19.00 fara vit uppá í ovara sal til góðan felagssang, áhugaverda samrøðu, flottan sersang, upplyftandi kórsang, stuttligt undirhald, nýggjársheilsu og forkunnugt filmsbrot. Kórini vit fara at hoyra eru Fljóðljóð og Ebenezerkórið. Filmsbroti vit fara at síggja er frá tíðini tá Ebenezer bleiv tikið […]
Vaktarmøti
Bønarløta við ársskifti