Tiltøk
Sangløta mentanarnáttina
Sangkórið í Ebenezer skipar sangløtuna. Drekkamuður er eftir sangløtuna Sloans Savn og Sloans Kafé eru opin kl. 16 - 20
Morgunmøti
í ovara saliMorgunmøtið við tilbiðjan, tøkk og breyðbróting. Barnaansing er samstundis í niðara sali.
Miðmøti Corine og Sørin Joensen vitja
í ovara saliMøti fyri øll ættarlið. Sangur, vitnisburður og tala.
Sunnudagsskúli
í niðara saliSangløta í niðara sali og síðani bíbliusøgur í aldursuppdeildum bólkum. Ung í 7. flokki og eldri eru í stovuni yvirav stóra sali.
Bønar- og uppbyggingarmøti – Marion og Hans Arni Jensen, trúboðarar, vitja
Møti við talu og bønarløtu.
Vøra til Zarepta
Setast í húsið á Fløtum Vøra sum gongur nógv á Zarepta er t.d.: – Bollar – Tilfar til ommukrem (kakao, flormelis og Vita margarin). – Sun lolly ísar – Rabarbur – Ymisk sløg av páleggi – Nógv annað…… Ynskir onkur at lata pening í staðin fyri mat, ber til at flyta peningin inn á […]
Jarðarferð – Oddmar Færø
Oddmar Færø, Tórshavn, andaðist í heiminum sunnudagin 7. juni, 62 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Ebenezer hósdagin 11. juni kl 13. Jarðarferðin verður stroymd.
Hugnakvøld fyri sunnudagsskúlaflokkin: 7. flokkur og eldi
Hugnakvøld 7. flokkur og eldri Hóskvøldið 11. juni kl. 19.00 er hugnakvøld fyri øll í elsta sunnudagsskúlaflokki í Ebenezer. Tað er flokkurin 7. flokkur og eldri. Vit eta eina máltíð saman og hugna okkum við onkrum aktivitetum, og fara so saman á ungdómsmøti kl. 20.00. Vit møtast í Ebenezer kl. 19.00 (í stovuni har vit […]
Ungdómsmøti – gongutúr til Boðanes
Vit møtast kl. 20 í Ebenezer og ganga saman til Boðanes, har vit fara at hugna okkum við grill, spølum og sangi. Eisini er møguligt at møta harúti kl 20:30 Kom við, og tak endiliga onkran við tær!
Café fríggjamorgun
Hugnalig samvera við drekkamunni og sangi.