Tiltøk
Sunnudagsskúli
í niðara saliSangløta í niðara sali og síðani bíbliusøgur í aldursuppdeildum bólkum. Ung í 7. flokki og eldri eru í stovuni yvirav stóra sali.
Felagsmáltíð
Máltíð er eftir miðmøti og sunnudagsskúlan. Øll eru vælkomin.
Jarðarferð – Kirstin Ljósheim
Jóna Kirstin Ljósheim, vanliga nevnd Kirstin, ættað úr Klaksvik, búsitandi í Havn, andaðist á URD mikudagin 11. mars, 88 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Ebenezer mánadagin 16. mars klokkan 13.
Gentukórið Aloe venur
Les meira um gentukórið Aloe her.
Kvinnumøti – Meta av Fløtum talar. Evni: Tænið Harranum við gleði!
í niðara saliLøta fyri kvinnur við sangi, bønarløtu, drekkamunni og talu. Meta av Fløtum talar um evnið “Tænið Harranum við gleði” (Sálmur 100). Meta talar eisini við íblástri úr bókini “Í nærveru fígginda mína”, sum júst er útkomin á føroyskum; Meta hevur sjálv umsett. Gracia Burnham hevur skrivað bókina um hendingina, tá hon og maðurin blivu tikin gíslar í Filipsoyggjunum.
Frítíðararbeiði – avslutningur
Í dag er síðsta frítíðararbeiði í vetur. Vit fara at syngja, hoyra søgu, spæla spøl og fáa drekkamunn. Tað endar kl 18.30.
Bønar- og uppbyggingarmøti – Svenning av Lofti talar
Møti við talu og bønarløtu.
Ungdómsmøti
Ungdómsmøti við sangi, vitnisburði, talu, samveru og drekka.
Café fríggjamorgun
Hugnalig samvera við drekkamunni og sangi.
Teen night
í niðara saliTeen night er eitt hugna- og spælikvøld fyri ung frá 6. flokki og uppeftir. Les meira um Teen Night her.