Views Navigation

Tiltak Views Navigation

Today

Event Series Ungdómsmøti

Ungdómsmøti skírshósdag

Ungdómsmøti við sangi, talu, samveru og drekka. Á møtinum skírshóskvøld hoyra vit Theodor Damgaard tosa um ein bíbliutekst, Sámuel Grímsson Poulsen fortelja sín vitnisburð og Andrew G. Nielsen tala. Vit fara eisini at lovsyngja saman. Aftaná møtið verður drekkamuður.

Event Series Sunnudagsskúli

Sunnudagsskúli – felags

Í dag er felags sunnudagsskúli, tvs at vit eru øll saman til sang og søgu í niðara sali, og fara ikki í flokkarnar. Miðmøti fyri øll ættarlið er í ovara sali kl 12. Kl 12.30 fara børnini niður í sunnudagsskúla. Øll eru vælkomin.

ONKI Sunnukvøldsmøti páskadag

Einki sunnukvøldsmøti er í Ebenezer páskadag. Ístaðin bjóða samkomurnar í Fuglafirði, Leirvík og Gøtu til sangløtu í ítróttarhøllini á Kambsdali kl 19.