Frítíðararbeiði
Fyri børn frá 2. flokki og upp. Sangur, søga, ábit og nógv ymisk ítriv.
Fyri børn frá 2. flokki og upp. Sangur, søga, ábit og nógv ymisk ítriv.
Møti við talu og bønarløtu. Róland í Skorini talar um at liva í ljósinum útfrá 1. Joh.br. kap 1.
Mortan Johannesen, vanliga nevndur Mortan hjá Andriasi, andaðist sunnumorgunin 17. nov, 82 ára gamal. Kistan kemur heim í Ebenezer mikudagin 20. nov. kl. 17:00. Jarðarferðin verður úr Ebenezer hósdagin 21. nov. kl 13:00.
Ungdómsmøti við sangi, talu, samveru og drekka.
Hugnalig samvera við drekkamunni og sangi.
Les um Teen Night her.
Morgunmøtið við tilbiðjan, tøkk og breyðbróting. Barnaansing er samstundis í niðara sali.
Møti fyri øll ættarlið. Sangur, vitnisburður og tala. Niels Pauli talar út frá Kol. 2:16-23.
Sangløta og bíbliusøgur í aldursuppdeildum bólkum.
Drekkamuður og hugnaløta í samband við at Svenning av Lofti hevur rundað tey 85 árini. Hildið verður fram við sangløtu í ovara sali kl. 18.
Byrjað verður við hugnaløtu við drekkamunni í niðara sali kl 16.30, síðani er sangløta kl 18 í ovara sali.
Andaktin hesuferð er heima hjá Annu Mariu og Heina Ellingsgaard, Grønlandsvegur 64. Um húsandaktina fyri vaksin: Hví: Endamálið er at hava andaligt samfelag og at møtast í heiminum hjá hvørjum øðrum. Hvat: Vit syngja fyrst nakrar sangir saman (úr Zarepta-sangheftinum), hava eina andakt, og síðani eina bønarløta. Aftaná er ein drekkamunnur. Nær: Húsandakt fyri vaksin […]