Tiltøk
Morgunmøti – Jákup N. Olsen talar
Á morgunmøtinum í dag er løta við tilbiðjan, tøkk og breyðbróting, og síðani hoyra við Jákup N. Olsen tala. Einki miðmøti er í dag
Nýggjársveitslan fyri vaksin
Vit byrja í niðara sali við lekrum drekkamunni og leskiligum munnbitum. Kl. 19.00 fara vit uppá í ovara sal til góðan felagssang, áhugaverda samrøðu, flottan sersang, upplyftandi kórsang, stuttligt undirhald, nýggjársheilsu og forkunnugt filmsbrot. Kórini vit fara at hoyra eru Fljóðljóð og Ebenezerkórið. Filmsbroti vit fara at síggja er frá tíðini tá Ebenezer bleiv tikið […]
Vaktarmøti
Bønarløta við ársskifti
Nýggjárs lovsongsløta
Eftir midnátt á nýggjárinum er lovsangsløta í Ebenezer - byrjað verður kl 01:00. Vit fara at syngja saman, og hoyra ein nýggjársboðskap frá Matthias Rajani Ziskasen. Aftaná er drekkamunnur.
Café fríggjamorgun
í niðara saliHugnalig samvera við drekkamunni og sangi.
Jarðarferð – Frank Petersen
í ovara saliFrank Petersen, ættaður úr Kaldbak, andaðist á Landssjúkrahúsinum leygardagin 28. desember, 81 ára gamal. Kistan kemur í Ebenezer fríggjadagin kl. 16.30. Jarðarferðin verður úr Ebenezer leygardagin 4. desember kl. 11.
Morgunmøti
í ovara saliMorgunmøtið við tilbiðjan, tøkk og breyðbróting. Barnaansing er samstundis í niðara sali.
Miðmøti – Niels Pauli Nónstein talar
í ovara saliMøti fyri øll ættarlið. Sangur, vitnisburður og tala. Niels Pauli Nónstein talar útfrá Kol. 3:1-11.
Sunnudagsskúli
í niðara saliSangløta í niðara sali og síðani bíbliusøgur í aldursuppdeildum bólkum. Ung í 7. flokki og eldri byrja í stovuni yvirav stóra sali.
Sunnukvøldsmøti – dópur
í ovara saliÁ møtinum verður dópur, Eli J. Christiansen talar og vit syngja saman.
Húsandakt fyri vaksin
Heima hjá Grace og Leivuri Ragnarsson, Tjarnarlág 2. Um húsandaktina fyri vaksin: Hví: Endamálið er at hava andaligt samfelag og at møtast í heiminum hjá hvørjum øðrum. Hvat: Vit syngja fyrst nakrar sangir saman (úr Zarepta-sangheftinum), hava eina andakt, og síðani eina bønarløta. Aftaná er ein drekkamunnur. Nær: Húsandakt fyri vaksin er uml. eina […]