Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

  • Hetta tiltak hevur verið.

Sangfagnaðarløta í Ebenezer

27. juli kl. 19:00 - 21:00

Eins og undanfarin ár, verður ein ólavsøkukend sangfagnaðarløta í Ebenezer 27. juli.

Hetta mánakvøldið kl. 19 fara nøkur av fremstu songfólkum okkara at syngja og tónleikarar at spæla.

Teirra millum eru Magni Christiansen, Heine Lutzen og Svein í Prestgarði, Sámal Hanni og Krista Lognberg, Tey á Váli og unga kvinna Anna Lovisa Mýri.

Harmonikuvinir við teirra 10-15 harmonikum fara at seta dám á sangkvøldið við at spæla eina góða løtu áðrenn kl. 19.00 – umframt at spæla til allar felagssangirnar, sum verða stuðlaðir av manskórinum.

Endað verður við tjóðsanginum.

Øll eru vælkomin.

Lýsing

  • Dagfesting: 27. juli
  • Tíð:
    19:00 - 21:00