Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

Lat vøru til Zarepta

5. august kl. 16:30 - 17:30

Til summarlegurnar heintar bilur vøru hvønn mikudag (24. juni – 5. august) í Lívdini í Hoyvík. Vøran má vera komin áðrenn kl. 17.30 hesar dagar.

Vónandi liggur fyri hjá nógvum at vera við at fylla goymslurnar hjá Zarepta.

Vøra sum kann latast er øll vanlig gerandisvøra sum verður brúkt til matgerð á legunum í Zarepta.

Vøra sum gongur nógv á Zarepta er t.d..

– Bollar

– Tilfar til ommukrem (kakao, flormelis og Vita margarin).

– Sun lolly ísar

– Rabarbur

– Ymisk sløg av páleggi

– Nógv annað……

Ynskir onkur at lata pening í staðin fyri mat, ber til at flyta peningin inn á konto hjá Zarepta í Bank Nordik: 6460 1566662 og viðmerkja ”til køkin”.

 

Lýsing

Stað