Hóskvøld kl. 20 er ungdómsmøti í Ebenezer.
Á skránni er millum annað frálæra, sangur, samvera og hugni.
Johann J. Petersen talar.
Aftaná møtið verður ein góður drekkamunnur.
Øll eru vælkomin.
Gevið gætur: Almennu tilmælini verða hildin.
Galdandi tilmælini frá 10. januar 2022 eru m.a. hesi (heimasíðuni corona.fo):
– í mesta lagi 100 fólk
– øll ferðandi í heimauppihald
– halt frástøðu
– vís varsemi …
Spritta hendur, tá komið er inn í húsið, og hugsið um frástøðu.
Í salunum er frástøða millum stólarekkjurnar.
Vísið í øllum førum atlit og skinsemi.