Sunnukvøldið 21. jan. - Passa søgurnar um Jesus?

20. jan. 2024 | Tíðindi

Á møtinum sunnukvøldið 21. januar verður tema við heitinum: “Passa søgurnar um Jesus?” Tað er Niels Pauli Nónstein, ið kemur at greiða frá, hvussu søguliga álítandi evangeliini eru.

Nakað av tí, ið verður umrøtt er:

– Hevur Jesus verið til? Komið verði inná Tacitus, Plinius og Josefus.

– Kunnu søguligu keldurnar til lív Tiberiusar, keisara, og lív Jesusar samanberast?

– Eru evangeliini skrivaði ov langt aftaná, at Jesus livdi?

– Er bíbliuteksturin broyttur gjøgnum tíðina?