Summarmøti 25. juni - 30. juli
12. jun. 2023 | TíðindiSeinastu árini eru møtini sunnudag broytt leist eitt sindur um summarið. Í ár verður roynt at hava minnismáltíð Harrans kl. 11.00 – 11.45 síðani ein styttri kaffisteðg og so summarmøti við boðskapi til børn og vaksin kl. 12.45.
Hugsanin er at geva øllum møguleika at koma til morgunmøti og summarmøti. Tí verður roynt at tað ikki verður ov drúgt.