Stóra felagskórið á nýggjársveitluni
3. jan. 2025 | TíðindiTil nýggjársveitsluna í Ebenezer sunnukvøldið 30. desember vórðu øll, sum eru og áður hava verið í kórinum, boðin upp á pallin at syngja tveir sangir saman. Sangirnir vóru: “Før tú okkum, Gud Jehova” og “Mín Hirði góður Harrin er”.
Pallurin var stúvstappaður av fróum sangarum, og tónarnir brúsaðu fleirræddaðir og fyltu salin. Løtan var til stóra signing, bæði fyri áhoyrarar, kórlimir og gestasangarar, og nógvir fyrrverandi kórlimir fingu brell at koma upp í kórið aftur. Kanska onkur nýggj andlit verða at síggja í kórinum í 2025.
Kórið venur týskvøld kl. 20, og allir sangarar eru hjartaliga vælkomnir. Um tú hevur hug at koma uppí Ebenezerkórið, kanst tú práta við Jens Christian Guttesen, kórleiðara, antin við at koma týskvøld kl. 20 í Ebenezer, ella við at ringja til hansara á tlf. 218127.
Her er brot frá nýggjársveitsluni (ljóð) felagskórið og nýggjársheilsan frá Jógvan Zachariassen.