
SKJÓLIÐ - opin oyru, útrættir armar
19. jul. 2022 | Uncategorized
Tørvar tær eina samrøðu í trúnaði, í friði, í áliti?
Ynskir tú at finna SKJÓLIÐ?
So ert tú hjartaliga vælkomin at ringja til okkara. Vit avtala so eina tíð, har til ber at tosa saman í trúnaði.
Hvat er Skjólið?
Skjólið er ein útrættur armur til tín, sum nívist av onkrum. Møguleiki er at tosa við ein okkara í trúnaði.
Skjólið er oyrað, sum lurtar, og hjartað, sum rúmar. Vit møta tær í tínari støðu. Vit kunnu samtala og biðja fyri tær.
Ring og avtala tíð til samtalu á tel 270 610 mánadag – hósdag kl. 17-19 ella skriva teldupost til skjolid@ebenezer.fo