Sebastian Edelman vitjar
15. sept. 2024 | TíðindiÍ døgunum 29. august til 16. september vitja eru hjúnini Georgina og Sebastian Edelmann í Føroyum.
Sunnukvøldið 15. september kl. 18.00 vitja tey í Ebenezer, og glaða vit okkum til tað
Ebenezerkórið verður við á møtinum, umframt at Erla B. Nolsø tekur lut við sersangi.
Um Sebastian Edelman
Sebastian bleiv føddur og vaks upp í Ungarn, sum tá var undir kommunistiskum valdi.
Hann gekk á møti í einari kristnari samkomu og bleiv frelstur sum 14 ára gamal. Orð Guds og samkoma Guds hevði stóra ávirkan á hann, og stutt eftir at hann bleiv frelstur kallaði Harrin hann til fulltíðartænastu.
Hann las gudfrøði í Budapest og eftir loknan lestur arbeiddi hann í eini samkomu í Ungarn í nøkur ár.
Í 1977 gistust Georgnia og Sebastian í Ungarn, men máttu í 1982 flýggja vestur um og búsettust í Týsklandi. Í 2008 fluttu tey aftur til Ungarn.
Fyrstu ferð, hann vitjaði í Føroyum, var í 2004, og hava hann og konan hesi 20 árini síðan tá vitjað nakrar ferðir her á klettunum.
Sebastian og Georgina hava arbeitt í fleiri áratíggju innan trúboðanarfelagsskapin Child Evangelism Fellowship (CEF), ið serliga arbeiðir ímillum børn. Í 2007 bleiv Sebastian leiðari yvir arbeiðinum hjá CEF í Miðeuropa, sum hann røkti til 2021. Hann er enn virkin í CEF sum verkætlanarleiðari, við Bereg-legunum í Ukraina, og í hirðatænastu fyri onnur sum arbeiða við CEF.
Í Føroyum eru Bereg legurnar ikki ókendar, tí í fleiri ár hava børn sum hava verið á summarlegum í Zarepta havt høvi at lata stuðul til “Hini”. Innkomni stuðulin er síðstu mongu árini latin leguarbeiðinum í Bereg í Ukraina, sum CEF skipar.
Georgina og Sebastian eiga 5 børn sum nú eru vaksin og sjálvi gift, og eiga tey 11 ommu og abbabørn.
Sunnukvøldið 15. september kl. 18.00 vitja tey í Ebenezer, har Sebastian fer at greiða frá tænastuni og hava ein boðskap úr orði Guds.
Heimasíðan hjá CEF Evropa er at finna her: