Sangmøti við Ebenezerkórinum sunnukvøldið 4. mei

30. apr. 2025 | Tíðindi

Ebenezerkórið var á ferð í Skotlandi 24. til 28. apríl har tey høvdu 5 konsertir.

Møti komandi sunnudag 4. mei kl. 18.00 verður merkt av, at kórið júst hevur verið í Skotlandi á sangferð.

Tey sum leita sær inn í Ebenezer sunnukvøldið kunnu gleða seg til kórsangur, felagssang, ferðafrágreiðing, myndir og eitt orð.

Hjartaliga vælkomin í Ebenezer sunnukvøldið kl. 18.00

Niðanfyri eru nakrar myndir tiknar á ferðini, og link til kanalina hjá samkomuni Hebron sum stroymaði konsertina Ebenezerkórið hevði har.