Sangfagnaður í Ebenezer
20. jul. 2024 | TíðindiÁrligi sangfagnaðurin í Ebenezer verður leygarkvøldið 27. juli kl. 19.30. Longu kl. 19 byrja “harmonikuvinir” við sínum mongu harmonikum at spæla.
Hesi fara at syngja til sangfagnaðin:
- Oasubrøður
- Svein í Prestgarði
- Anna Ditlevsdóttir Háberg
- Magni Christiansen
- Sámal Hanne Lognberg
- Heine Lützen
- Tær 4
Vit fara eisini at syngja saman kendar evangeliskar felagssangir.
Sigið øðrum frá og bjóðið vinum, skyldfólki og kenningum til sangfagnaðin.