Samkomulegur í Zarepta

24. nov. 2024 | Tíðindi

Góða samkoma,
Vit fara aftur komandi ár at hava tvær samkomulegur í Zarepta.
Legurnar eru fyri okkum sum hava Ebenezer sum heimasamkomu og er endamálið at
samansjóða ymisku ættarliðini í samkomuni, so vit koma at kennast betur. Tí vóna vit, at nógvar barnafamiljur, ung, vaksin, tilkomin og eldri melda seg til.
Legurnar koma at líkjast nógv. Tann fyrra hevur tó meiri fokus á smábarnafamiljurnar, meðan
tann seinna hevur meira fokus á tey ungu.

Øll eru tó vælkomin á ta leguna, sum passar teimum best og har verður nakað fyri øll.
Vit vóna eisini at síggja tey eldru í samkomuni til legurnar.

Legurnar verða í januar og februar 2025:

Lega 1: 24-26. januar

Lega 2: 31. januar til 2. februar

Sum nakað nýtt hesa ferð, fara vit at gera gentukømur og dreingjakømur fyri børn sum eru nokk so javngomul.

Tilmeldingin er opin frá sunnudegnum 24. novembur kl. 17 til og við sunnudagin 1. desembur kl. 17.
Tað er sostatt ikki “først til mølle”, men vit vóna at hava pláss fyri øllum. Svar uppá luttøku verður givið í seinasta lagi 8. desembur.

Vinarliga
Noomi & Eli
Dora & Niels Pauli
Anna Maria & Heini