
Páskamøtir 2026
21. mar. 2026 | SamfelagsmøtirSamkomurnar í Filadelfia, Siloa og Hebron hátíðarhalda uppreisn Harrans Jesusar og bjóða tykkum øllum at vera hjartaliga vælkomin á samfelagsstevnu í Hebron í Leirvík og í Ítróttahøllini á Kambsdali.
Skírisdag og langafríggjadag verða møtini í Hebron og leygarkvøldið og páskadag verða møtini í Ítróttahøllini.
Møtini verða hildin undir heitinum: “Harrin er risin” og Jógvan Júst Rasmussen er høvuðstalari. Harafturat verða forvitnisligir áhugatímar í Hebron leygardagin kl. 15-17.
Øll skráin sæst á facebook síðunum hjá Hebron, Siloa og Filadelfia.
Vit heita á brøður og systrar um at biðja fyri páskastevnuni, at Harrin skal signa við uppbygging og frelsu.
Vegna samkomurnar í Filadelfia, Siloa og Hebron
Tórheðin J. Jensen, Ólavur Thomsen og Klæmint Eliasen
Skrá
Skírisdag 2. apríl
Kl. 17 Møti í Hebron í Leirvík
Berøakórið syngur, Noomi Gregersen og Heri Jøkladal tala
Langafríggjadag 3. apríl
Kl. 17 Møti í Hebron í Leirvík
Siloakórið syngur, Jógvan Júst Rasmussen talar um “Fríggjadag”
Kl. 21 Ungdómsmøti í Hebron Vitnisburður og Jóhan Magnus Gunrim talar og syngur
Leygardag 4. apríl
Kl. 15-17 Áhugatímar í Hebron í Leirvík
Møguleiki verður at velja ímillum hesar fyrilestrarnar:
- Páll Poulsen: Eingin at stíga fram í skarðið – Harrin leitar eftir manni ella kvinnu!
- Ruth Gaardlykke: Hvussu kann eg tosa um mína trúgv?
- Arni Zachariassen: Truplir spurningar í samtíðini
- Jákup á Lakjuni: At hava stillar løtur og søkja Gud
- Randi Hansen: Leiðsla av lovsongi.
- Høgni Johannesen: Er bíblian og frásagnirnar um uppreisnina álitandi.
- Sámal Mikkelsen: Visjónin við Zarapta og tænastan har.
- Klæmint Eliasen: Prædikan av Orðið Guds.
Kl. 19 Møti í Ítróttahøllini á Kambsdali
Maria á Lakjuni Djurhuus syngur, Jógvan Júst Rasmussen talar um “Leygardag”
Kl. 21 Ungdómsmøti í Ítróttahøllini á Kambsdali
Gospelkórið Lot syngur, vitnisburður og Niels Pauli Nónstein talar.
Páskadag 5. apríl
Kl. 11 Morgunmøti við breyðbróting í Ítróttahøllini á Kambsdali
Páll á Lakjuni talar
Kl. 16 Familjumøti í Ítróttahøllini á Kambsdali
Kom við Fridu og Óla Gregersen á ferð aftur í tíðina – Bíbilsøga og boðskapur til børn og vaksin
Barnakórið í Siloa syngur
Kl. 17.15 Felags nátturði í Ítróttahøllini
Kl. 18 Møti í Ítróttahøllini á Kambsdali
Hervør Sabina á Torkilsheyggi syngur, Jógvan Júst Rasmussen talar um “Sunnudag”
