Nýggj heimasíða

4. jan. 2024 | Tíðindi

Vælkomin á nýggju heimasíðuna hjá Ebenezer. Heimasíðan hevur í eina tíð verði í gerð, og er nú klár at takast í brúk. Heimasíðan verður javnan dagførd, lýsir møtir og tiltøk í og útfrá Ebenezer.

Ætlanin er, um ikki so langa tíð, at útbyggja heimasíðuna, soleiðis at t.d. talur og møtir kunnu hoyrast her.

Um tú hevur viðmerkingar til heimasíðuna, ella kunning um eitthvørt tiltak í Ebenezer ert tú vælkomin at senda teldupost til info@ebenezer.fo.