Missiónsferð til Randers

19. mar. 2024 | Tíðindi

Á páskum skipar Atlantic Mission fyri missiónsferð til Randers í Danmark. Eins og á undanfarnu missiónsferðum hjá Atlantic Mission verður skipið Juvel II miðstøð hjá liðnum sum fer avstað.

Týsdagin 19. mars siglir Juvel II úr Klaksvík. Og skipari er Uni Nolsøe.
(Ætlanin var at fráfaringarløta skuldi vera á Bursatanga í Havn mikukvøldi, men hetta er avlýst.)

Lat okkum biðja fyri ferðini til Danmarkar og heimaftur, tiltøkunum sum eru á skrá, samkomunum á Randers leiðini og mest av øllum at fólk koma til trúgv og koma at kenna Jesus Kristus.