Logos Hope í Havn
15. aug. 2026 | Tíðindi27. august kemur Logos Hope til Havnar, og liggur til 1. september, áðrenn siglt verður til Klaksvíkar har tað eisini skal liggja í nakrar dagar.
Logos Hope er ferðamannaskip vit í Føroyum fyrr kendu undir navninum Nørrøna. Onkur sigur gamla Norrøna. Men skipið eitur í dag Logos Hope.
Síðstu árini hevur skipið siglt runt heimin, vit vónarboðskapinum um Jesus Kristus, frelsara heimsins.
Ímeðan skipið liggur í Føroyum verður møguleiki hjá fólki at vitja umborð. Stóra bókasølan er opin hvønn dag frá kl. 10 á morgni til midnátt, tó undantikið sunnudag tá opið er frá kl. 14 og mánadag hevur manningin frí, og tá er bókasølan stongd.
Umframt bókasøluna eru nógv onnur tiltøk til ber at fara til umborð, og í landi. Neyðugt er at melda seg til fleiri av tiltøkunum.
Sunnudagin 30. august vitja fólk frá Logos Hope Ebenezer á miðmøtinum kl. 12.00 og á kvøldmøtinum kl. 18.00. Her eru sjálvandi øll vælkomin, og tilmelding er ikki neyðug.
Meira kunning um tiltøk og annað í samband við Logos Hope er á finna á heimasíðuni hjá OM: www.om.fo
