Kvinnumøti mánakvøldið 19. februar - Grace talar og Erla við bólki syngja
17. feb. 2024 | TíðindiMánakvøldið 19. februar kl. 20 er kvinnumøti í Ebenezer. Allar kvinnur, yngri sum eldri, eru vælkomnar.
Vit gleða okkum at hoyra Grace Au Ragnarsson tala um evnið: “Sabbatshvíla og sálarfriður”. Grace er fødd í Hong Kong, men uppvaksin í Australia. Hon er gift við Leivuri Ragnarsson, sum vit kenna frá Ebenezer. Fýra ár vóru tey trúboðarar í Teilandi; síðstu árini hava tú búð í Australia. Grace, Leivur og dóttirin Helena eru komin til Føroya at vera í eitt ár.
Á møtinum verður sangur, bønarløta, innsavnan til trúboðarakvinnur og drekkamuður. Vit hoyra eisini Erlu við bólki syngja.