Konsert við Kór Glerákirkju

11. sept. 2024 | Tíðindi

Leygardagin 14. september klokkan 16 hevur Kór Glerákirkju, Akureyri, konsert í Ebenezer.
Harumframt luttekur Ebenzerkórið við 2-3 sangum. Ætlanin er eisini, at kórini bæði syngja saman tveir sangir.
Kór Glerákirkju varð stovnað í februar 1944, so kórið rundaði tey áttati í vár.
Sangúrvalið hjá kórinum hesi árini hevur verið fjølbroytt, men sjálvsagt við denti á kirkjusang.
Gutti Guttesen, hiðani úr Havnini, og sum fleiri okkara kendu frá samkomuni í Ebenezer, sang við kórinum árini 2004-2022. – Gutti andaðist fyri góðum ári síðani.
Tey í Kór Glerákirkju siga, at ferðin til Føroya, eisini er ein háttur at æra minnið um Gutta. Ikki minst tað, at fáa møguleikan at syngja í Ebenezer, har Gutti hevði sína dagligu gongd í barna- og ungdómsárunum, eru tey sera takksom fyri.
Kórleiðari er estlendingurin Valmar Väljaots.

Hjartaliga vælkomin á konsert leygardagin kl. 16.00