Intensivt bíbliu skeið í Ebenezer

23. feb. 2025 | Tíðindi

Leygardagin 22/2 byrjar Ibs (Intensivt Bíbliu Skeið)🤩 Tað er eitt bíbliu lestrar skeið, har vit lesa í gjøgnum nýggja testamenti og møtast at práta um kapittlarnar. Og fáa undirvísing í tí sum vit hava lisið. Johann Petersen undirvísir um evnini.

Vit byrja leygarmorgun 22. februar kl 11 og halda á til páskaferiuna🐥

(Sjálvt um fyrsta undirvísing var 22. februar, er enn tíð at hoppa upp í vognin og koma við.)

Meldið tykkum til við at koma uppí facebook bólkin “ ibs 2025”😊 

Tit fáa eina lestrarætlan og tilfar um evnini, so havi eina mappu ella ringbind við📒

Vit lesa 5-6 kapittlar um dagin, og øll tit ungu eru hjartaliga vælkomin við😁

Um tit hava spurningar kunnu tit skriva ella ringja til Eyð Christiansen tlf 586570