Innbjóðing til samfelagsmøtir í Runavík

11. mar. 2025 | Tíðindi

“Lova HARRANUM, sál mín, og gloym ikki allar vælgerðir Hansara!”
Sálmur 103,2

Tað er okkum ein gleði at bjóða øllum til Páskasamfelagsstevnuna, sum í ár verður hildin í Runavík. Vit gleða okkum til góðar dagar saman í andaligum felagsskapi, har vit savnast um orð Guds, bøn, lovsang og samfelag.

Øll møtini verða í Bylgjuni og verða soleiðis:

Skírishósdagur 17. apríl
Kl. 20.00 – Møti við minnismáltíð Harrans

Langafríggjadagur 18. apríl
Kl. 19.00 – Møti
Kl. 21.00 – Ungdómsmøti

Leygardagur 19. apríl
Kl. 19.00 – Møti
Kl. 21.00 – Ungdómsmøti

Páskadagur 20. apríl
Kl. 11.00 – Breyðbróting
Kl. 16.00 – Familjumøti
Kl. 17.10 – Nátturði
Kl. 18.00 – Møti

Latið okkum koma saman og minnast deyða og uppreisn Frelsarans.  Minnast allar vælgerðir Hansara og lova Honum.

Hjartaliga vælkomin!


Samkomurnar kring Skálafjørðin


Berøa, Nerija, Elim og Nebo