Hvítusunnumøtir í Suðuroy 2026

17. mai. 2026 | Samfelagsmøtir

Ætlanin er, um Gud vil, at hava samfelagsmøtir her í Vági á hvítusunnu

Møtini byrja við bønarmøti fríggjakvøldið 22. mai kl. 20.00 í Bethel.

Leygarmorgunin verður uppbyggingarmøti í Bethel.

Leygarkvøldið og hvítusunnudag verða møtini í ítróttarhøllini vesturi á Eiðinum.

Ungdómsmøtir og barnamøti verða eisini í ítróttarhøllini.

Innsavningin hvítusunnumorgun fer til Kristnastovu.

Millum møtini hvítusunnudag verður borðreitt við nátturða.

2. Hvítusunnudag verða møtini í Bethel.

Møtitíðirnar verða lýstar nærri á teim ymisku miðlunum.

Vit vilja bjóða tykkum øllum, at verða hjartaliga vælkomin til hesi møtir, og gleða vit okkum, at síggja so mong sum gjørligt her hesar dagar.

Bøn og ynski okkara er, at Harrin vitjar okkum hesar dagar við Orði og Anda sínum, soleiðis at

vit verða styrkt og uppbygd í trúnni á Harra og Frelsara okkara Jesus Kristus.

Latið okkum biðja, at menniskju koma at kenna Jesus Kristus sum Frelsara og Harra bæði

gjøgnum tað, sum kunngjørt verður á møtum og í miðlunum, og eisini gjøgnum samfelag og

samtalu.

Róm 10:13-14

Tí, hvør tann, ið kallar á navn Harrans, skal verða frelstur.

Hvussu skulu tey nú kalla á tann, ið tey ikki eru komin trúgv á! Hvussu skulu tey trúgva á tann, ið tey ikki hava hoyrt um! Hvussu skulu tey hoyra, uttan onkur er, sum prædikar!

Við bróðurligari heilsan.

Vegna samkomuna í Bethel.

Kári Hammer              Jóanes Norðberg         John Absalonsen.

Link til tiltak á facebook er er finna HER