Høvuðsreingerð í Zarepta

15. apr. 2025 | Tíðindi

7. – 11. apríl til kl 15 og 14. – 23. apríl verður Zarepta vaskað upp og niður.

Samkomurnar hava hvør sítt øki at vaska. Vit í Ebenezer hava, eins og undanfarin ár, hesi øki at vaska: salin, gongina, trappurnar, gongina niðriundir, vesi og vaskirúmið undir trappuni.

Tað er nógv tilsamans, men um fleiri fara vestur er tað 1-2-3.

Zarepta er opið frá morgni til myrkurs. So, tá tað liggur fyri, kunnu fólk fara vestur. Gott, um nógv fáa sett eina løtu av og koma vestur at vaska.

Dagføring týskvøld 15. apríl:

Tað sum er eftir at vaska nú er: vaskirúm og wc undir trappuni, veggurin frá sjúkrastovuni yvir til hurðina, sofurnar og gólvi frá niðarulon til matarhøllina, trapputrinini. Í salinum mangla veggir, radiatorar, gólv og 120 stólar at vaska og efturspenna.

Vit gera eitt síðsta hál leygardagin 19 apríl, vónandi eru tað nøkur sum kunnu koma.

Um onkur fer vestur at vaska áðrenn kunnu tit boða Báru frá á telefon +298 224948