Høvðusreingerð í Zarepta

11. apr. 2024 | Tíðindi

15. – 25. apríl verður Zarepta vaskað upp og niður. Samkomurnar hava hvør sítt øki at vaska. Vit í Ebenezer hava eins og undanfarin ár: salin, gongina, trappurnar, gongina niðriundir, vesi og vaskirúmið undir trappuni. Tað er nógv tilsamans, men um fleiri fara vestur er tað 1-2-3. Zarepta er opið frá morgni til myrkurs. So tá tað liggur fyri kunnu fólk fara vestur.

Leygardagin 20. apríl er ætlanin at fara mannsterk vestur. Tá fáa vit eisini døgurða. Um nakað er eftir, so gera vit eitt síðsta hál flaggdagin 25. apríl, tá verður aftur døgurði.

Gott er um nógv fáa komið vestur at vaska.