
Ebenezerkórið vitjar í Skálavík
6. mar. 2025 | TíðindiBrúgvin í Skálavík er karmur um konsert við Ebenezerkórinum sunnudagin 9. mars 2025 klokkan 17.
Síðani tað byrjaði í 1937, hevur Ebenezerkórið regluligt luttikið á møtum og til onnur høvi í Ebenezer og kring landið.
Kórið hevur eisini fleiri ferðir verið uttanlands og sungið – eitt nú í Íslandi, Norra, Skotlandi, Onglandi, Ísrael og Danmark.
Vanliga sangskráin er sálmar og sangir á føroyskum – eldri og nýggjari. Kórið fer til Edinburgh og Aberdeen 24-28. apríl 2025.
Ein partur av sangúrvalinum á konsertiniverður tí merktur av hesum.
Umleið 50 sangarar eru í Ebenezerkórinum.
Kórleiðarar: Jens Chr Guttesen og Marjun Wolles
Klaver/orgul: Jóannes á Váli, Henry Olsen og Finnur Marstein.
***
Lovið Harranum, tí Harrin er góður!
Lovsyngið navni Hansara, tí tað er lívsælt!(Sálmur 135:3)
