Cathy og Jógvan Júst mikukvøldið

14. jul. 2026 | Tíðindi

Møti er í Ebenezer kl. 19.30 mikukvøldið 15. Juli.

Á møtinum vitja Cathy og Jógvan Júst Rasmussen.
Tey virka innan ráðgeving í samband við bibliutýðing í Eystur Asia.
Tey búgva í Italia, har dóttir teirra Heidi og maður hennara, havnamaðurin Regin Guttesen, hava sett ein samkomu á stovn

Cathy og Jógvan Júst gera neyðugar ferðir haðani í samband við tænastuna innan bíbliutýðing.

Á myndini niðanfyri síggjast ymiskar bíbliutýðingar har føroyingar hava tikið lut í sjálvum arbeiðinum at týða bíbliuna og/ella verið við til at seta samkomur á stovn ímillum fólk sum týðinging er ætlað til.

Cathy og Jógvan Júst virkaðu í millum molbog fólki, og Jógvan Júst umsetti nýggja testamenti til molbog málið. Tað er bókin við grønu permuni.

Høgrumegin á myndini sæst fyrsta parturin av týðingini sum Victor Danielsen týddi til føroyskt í 1937.

í bunkanum aftanfyri á myndini síggja umsetingar til yanomani fólki, nalu fólki, sorimi fólki, og mangseng fólki. Aðrar umsetingar eru eisini gjørdar har føroyingar hava havt ein virknan lut, og arbeiðið við eini umseting er í gong í løtuni.

Hetta er eitt stórt, týðandi og tíðarkrevjandi verk sum Harrin hevur givið føroyskum samkomum og trúboðarum lut í. Fulla úrsliti av hesum verki síggja vit neyvan fyrr enn vit koma heim til himmals.

Bíbliuumsetingar